Innanlands

Tórshavnar kommuna: Nú verður Grasagarður dagførdur

Tilmælið á seinasta býráðsfundi var at heimila umsitingini at fara undir samráðingar og gera sáttmála við Arta/Grønt & Grátt um verkætlanina, og hetta varð einmælt samtykt

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Tórshavn.fo)

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Tórshavn.fo)

2022-02-28 19:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grasagarður er einasta veruliga almenna kommunala spæliplássið í Havn, og ynskið er tí, at tað skilur seg burturúr í mun til spælipláss á dagstovnunum og úti í eigarafeløgunum. Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur tí viljað gjørt spæliplássini bæði forvitnislig, nýskapandi og øðrvísi í mun til tað klassiska spæliplássið við siðbundnu spæliútgerðini, sum somuleiðis er í samsvari við tilráðingarnar í barna- og ungdómspolitikkinum hjá kommununi, skrivar Tórshavnar kommuna.

Eitt heildaruppskot fyri Grasagarð er tilevnað. Mælt var undan jólum til at fara undir at dagføra Grasagarð sambært hesum heildaruppskotinum, og at játta pening til endamálið. Hetta varð samtykt í býráðnum í november, men ikki bar á mál at finna fram til eitt endaligt heildaruppskot frá veitaranum, og varð samstarvið tí endað. Verkætlanin at skipa og gera nýtt spælipláss í Grasagarði varð tí boðin út í alment útboð.

Verkætlanin varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka, og fevnir hon um allar tilfars- og arbeiðsveitingar í sambandi við skipan og gerð av spæliøki í Grasagarði sambært heildaruppskoti.

Seks tilboð komu inn, og mettur kostnaður fyri verkætlanina var 5,72 milliónir krónur.

Kommunan skrivar, at fundur hevur verið við Javna, har víst varð á teirra sjónarmið í sambandi við spæl og atkomu fyri børn við rørslutarni, og vinnandi uppskotið er eisini sera fevnandi fyri øll, bæði í mun til atkomu og spæl á øllum økinum, men nakrar smávegis tillagingar kunnu gerast í tilgongdini, fyri at fáa Grasagarð enn betur fyri førleikaskerd børn og ung.

Fundur hevur eisini verið við fyritøkuna AFRY um at ljósseta Grasagarð, so spæliøkið eisini er innbjóðandi í myrku tíðini. 

Tilmælið á seinasta býráðsfundi var tí at heimila umsitingini at fara undir samráðingar og gera sáttmála við Arta/Grønt & Grátt um verkætlanina, og hetta varð einmælt samtykt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder