Innanlands

Tórshavnar kommuna: Nýtt kort við kunning um vegarbeiði

Nú kunnu borgarar í høvuðsstaðarkommununi lættliga fylgja við í, hvørjir vegir eru stongdir, og hvar arbeiði fer í gongd í næstum

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2022-03-19 17:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur nú skipað alla kunning um veg- og grevstrararbeiði í kommununi á einum korti, so borgarar lættliga kunnu fylgja við í, hvørjir vegir eru stongdir, og hvørji arbeiði fara í gongd í næstum.

Tað skrivar kommunan á heimasíðuna.

Kortið er lagt á síðuna hjá kommununi um veg- og grevstrararbeiði í gerð, ið lýsir vegarbeiðini nærri, og sum regluliga verður dagførd.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder