Innanlands

Tórshavnar kommuna: Rætting til grein í Dimmalætting um møguligan kynsligan ágang

– Tað er rætt, at eitt mál um møguligan kynsligan ágang á einum dagstovni, hevur verið kannað. Meðan kanningararbeiðið móti starvsfólkinum fór fram, var starvsfólkið ikki til arbeiðis á stovninum.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-25 15:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dimmalætting hevur í dag, 25. februar 2022, grein um møguligan kynsligan ágang móti børnum á einum dagstovni í Tórshavnar kommunu, har tað millum annað verður skrivað, at starvsfólkið undir illgruna var til arbeiðis á stovninum, hóast meldað til løgregluna.

Tað er rætt, at eitt mál um møguligan kynsligan ágang á einum dagstovni, hevur verið kannað.

Kommunan og stovnsleiðarin hava frá byrjan verið í tøttum samstarvi við avvarðandi myndugleikar, harundir um støðuna hjá starvsfólkinum og um kunning til starvsfólk og foreldur.

Allar mannagongdir og boð frá løgregluni og barnaverndartænastuni hava verið fylgd í málinum, sum er handfarið á professionellan og virðiligan hátt.

Neyðugar avhoyringar eru gjørdar, málið er kannað av avvarðandi myndugleikum, og er síðani slept, uttan at ákæra er reist móti starvsfólkinum.

Meðan kanningararbeiðið móti starvsfólkinum fór fram, var starvsfólkið ikki til arbeiðis á stovninum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder