
Nýggja býráðið í Tórshavnar kommuna hevur havt sín fyrsta fund. Talan var um ein eyka býráðsfund hóskvøldið í farnu viku.
Sjey nýggj andlit eru at síggja í býráðnum. Tey, sum eru fastir býráðslimir á fyrsta sinni, eru Birgir Nielsen (A), Kári Johansen (C), Kristianna Winther Poulsen (C), Súna Mørk (C), Bjørg Dam (C), Elsa Berg (E) og Ruth Vang (F)
Tað er beint yvir helmingurin, tí 13 býráðslimur eru samanlagt. Hinir býráðslimirnir eru ikki ókendir í arbeiðnum. Talan er um hesi:
Annika Olsen (A) Annfinn Brekkstein (B), Tróndur Sigurðsson (C), Heðin Mortensen (C), Gunvør Balle (E) og Jákup Dam (E)
Tað er eisini beint yvir helmingurin, ið er kvinnur. Sjey kvinnur og seks menn manna Tórshavnar býráð komandi fýra árini.
Bjørgfríð Ludvig er kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.
Fyrsti vanligi býráðsfundurin hjá nýggja býráðnum verður 28. januar 2021, skrivar torshavn.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald