2019-03-22 18:26
Skjótt byrja árligu framsýningarnar hjá Kvøldskúlanum. Framsýningin í Kollafirði verður 31. mars og tann í Eysturskúlanum verður 6. og 7. apríl.
Framsýningin hjá Kvøldskúlanum í Nólsoy verður 13. apríl. Hetta verður ein rættur nólsoyardagur - tað eru manskórið, kvinnukórið, kvøldskúlalærararnir og fleiri í Nólsoy, sum skipa fyri degnum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tað, sum er serliga stuttligt við kvøldskúlanum í Nólsoy er, at fleiri nólsoyingar, sum búgva í Havn, regluliga fara til heimbygdina í kvøldskúla. So er eisini høvið at vitja familju tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald