Innanlands

Tórshavnar kommuna: Soleiðis kunnu veljarar á Hálsi stytta um bíðitíðina

Trýstið á størsta valstaðnum, har 13.182 veljarar skulu greiða atkvøðu hósdagin, er minst millum klokkan 18 og 20 og størst millum klokkan 15 og 17, vísa royndir frá undanfarnum valum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-07 16:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, hósdagin 8. desember er løgtingsval. 39.017 føroyingar hava valrætt hesa ferð, og av teimum skulu 13.182 greiða atkvøðu í Høllini á Hálsi í Havn, ið eisini er størsta valstað í landinum.

Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna lagt eina vegleiðing út á heimasíðuna hjá kommununi við hentum upplýsingum til veljaran.

Valstaðið letur upp klokkan 10, og veljast kann til klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan at steðgur kemur í.

Kommunan upplýsir, at stóra talið á veljarum hevur við sær, at trýst er í ferðsluni og í høllini, men royndirnar frá undanfarnum valum vísa, at ferðslutrýstið er minst millum klokkan 18 og 20 og størst millum klokkan 15 og 17, tí tá fara fólk heim frá arbeiði, og tað kann tískil gerast truplari at finna parkeringspláss við høllina.

Tórshavnar kommuna hevur lagt nakrar myndir út, har til ber at síggja øll parkeringsplássini nærindis Høllina á Hálsi. Eisini minnir kommunan á, at flest allar leiðir hjá Bussleiðini hava steðgipláss tætt við valstaðið á Hálsi.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

Finn rætta valborðið

Á valkortinum sæst eitt raðtal í ovasta vinstra horni. Hetta nummarið sigur tær, hvat av teimum seks valborðunum tú skalt fara til í Høllini á Hálsi.

  • Er nummarið millum 20513-22762, skalt tú fara til borð 1
  • Er nummarið millum 22763-25012, skalt tú fara til borð 2
  • Er nummarið millum 25013-27262, skalt tú fara til borð 3
  • Er nummarið millum 27263-29512, skalt tú fara til borð 4
  • Er nummarið millum 29513-31662, skalt tú fara til borð 5
  • Er nummarið hægri enn 31663, skalt tú fara til borð 6

Kann fáa hjálp frá tveimum persónum

Tørvar tær hjálp til at atkvøða, kanst tú fáa hjálp frá tveimum persónum at greiða atkvøðu í atkvøðuhølunum ella beint uttanfyri atkvøðuhølini, til dømis í einum bili. Tú kanst krevja, at annar persónurin er ein, sum tú sjálv vísir á.

Tørvar tær hjálp, mást tú fáa ein avvarðandi at fara inn í valhølini og siga valstýrinum ella hjálparfólkunum á valstaðnum frá.

Hóast tú fært hjálp til at velja, mást tú sjálv skilliga siga ella á annan hátt vísa á, hvønn tú velur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder