Tórshavnar kommuna skipar fyri átakinum “Súkkla til arbeiðis”, sum hevur til endamáls at fáa fólk at lata bilin standa og í staðin ferðast grønt.
Hetta verður gjørt í sambandi við, at árið 2020 er súkkluár í kommununi, sum vil menna umstøður til súklur umframt at varpa ljós á grøna ferðslu.
– Býir í øllum Evropa eggja í september fólki at ferðast grønari í gerandisdegnum. Fleiri smærri og størri broytingar kunnu gera, at fleiri ferðast grønt. Eitt nú kunnu arbeiðspláss gera umstøður til súkklur, vegir kunnu gerast súkkluvinarligir og súkkluskýli kunnu gerast við støð, har nógv fólk koma - so sum í miðbýnum, við handlar, í skúlum og við frítíðarstøð.
– Tórshavnar kommuna hevur sett sær sum mál at fáa størri ymiskleika í ferðsluni, og at nógv fleiri ganga, súkkla og brúka bussleiðina. Hetta er fyri at minka um útlátið og vakstrarhúsgass, sum elva til alheims veðurlagsbroytingar. Gerst ferðslan grøn, og ikki brúkar bensin ella olju, gagnar tað bæði umhvørvinum og heilsuni. Og lív kemur í gøturnar, og býarrúmini gerast fleiri, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald