
Nú verður innskriving til skúlar í Tórshavnar kommunu talgild.
Foreldur í Tórshavnar kommunu skulu nýta talgildu bókingarskipanina BARN, tá tey skriva børnini inn í skúla í desember og januar. Hon kann eisini nýtast til innskriving til forskúla og frítíðarskúla.
BARN er bókingarskipanin, ið verður nýtt til bóking av dagstovnaplássum. Fyri at rita inn í skipanina skulu foreldur útvega sær innritingarskipanina MínLykil og postskipanina MínBoks, og tað skal helst gerast í góðari tíð, boðar kommunan frá.
BARN verður frammanundan nýtt til bóking av dagstovnaplássum. Skúlainnskrivingin er tó ein meira einføld loysn, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.
Kommunan og viðkomandi skúli viðgera síðani innskrivingina, áðrenn hon verður endaliga váttað.
Skipanin verður virkin frá í dag av, 17. desember, og ein mánaða fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald