Innanlands

Tórshavnar kommuna: Tilmeldingin til Ung í Arbeiði byrjar í morgin

Tey ungu millum 14 og 16 sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er seks tímar hvønn dag, og arbeiði byrjar síðst í juni

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

2021-05-25 18:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú sleppa ungdómar skjótt aftur til arbeiðis í Tórshavnar kommunu. Nøkur byrja 28. juni og nøkur onnur 12. juli. Tilmeldingin letur upp í morgin, 26. mai kl. 10.

Tórshavnar kommuna bjóðar aftur í ár ungdóminum at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa.

Fyrsta tíðarskeiðið byrjar 28. juni og endar 9. juli. Seinna tíðarskeiðið byrjar 12. juli og endar 23. juli, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

- Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er seks tímar - frá klokkan níggju til trý fimm dagar um vikuna. Áhugin fyri at vinna nakrar krónur í summarfrítíðini er altíð stórur hjá ungdóminum. Vanliga fær áleið helmingurin av teimum, ið skráseta seg, boðið arbeiði.

Bólkaleiðarar kunnu eisini søkja, boðar kommunan frá. Hetta eru vaksin millum 25-35 ár, sum leiða arbeiðið saman við samskiparanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder