
Klokkan 14 í dag varð nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu tikin í nýtslu.
Síðan er komin í staðin fyri gomlu heimasíðuna, sum hevði meira enn 10 ár á baki.
Í stuttum er at siga, at størsta broytingin er, at nýggja heimasíðan leggur høvuðsdentin á at gera tað lætt hjá borgarum at finna viðkomandi upplýsingar og tænastur.
Tað hevur verið ein umfatandi og drúgv uppgáva at fara ígjøgnum og lýsa alt arbeiðsøkið hjá Tórshavnar kommunu av nýggjum. Tí kann vera, at okkurt vantar ella er komið skeivt fyri. Um so er, hava brúkarar, allastaðni har teir ferðast á síðuni, møguleika fyri at senda viðmerkingar til Snarskivuna við at trýsta á knøttin “Send viðmerking”.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald