Innanlands

Tórshavnar kommuna yvirtekur fýra landsvegir

Talan er um Hvítanesvegin, Kúrdalsveg, Oyggjarvegin og Velbastaðvegi, ið eru innanfyri kommunumark. Hetta fer at geva møguleikar fyri útstykkingum

Hetta fer eisini at geva nýggjar møguleikar fyri at stykkja út uttan at fyrihalda seg til strongu krøvini um frástøðu framvið vegunum, og at bygging longu er framvið onkrum av vegunum (Mynd: torshavn.fo)

Hetta fer eisini at geva nýggjar møguleikar fyri at stykkja út uttan at fyrihalda seg til strongu krøvini um frástøðu framvið vegunum, og at bygging longu er framvið onkrum av vegunum (Mynd: torshavn.fo)

2021-03-30 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir áralangt samskifti millum Tórshavnar kommunu og Landsverk um at yvirtaka landsvegir í kommununi, eru partarnir komnir ásamt um, at kommunan yvirtekur fýra landsvegir, ið eru innanfyri kommunumark. Yvirtøkan varð samtykt á býráðsfundi í seinastu viku.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Sambært torshavn.fo fer yvirtøkan fer at gagna íbúgvum og virkjum, sum hava merkt avbjóðingarnar við verandi býti. Hetta fer eisini at geva nýggjar møguleikar fyri at stykkja út uttan at fyrihalda seg til strongu krøvini um frástøðu framvið vegunum, og at bygging longu er framvið onkrum av vegunum.

Talan er Hvítanesvegin – frá vegamótinum frá Eystara Ringvegi til nýggju rundkoyringina við Eysturoyartunnilin íroknað strekkið frá íbindingini í Hvítanesvegin oman til vegristina í vegnum oman á Hvítanes, Vegin oman í Kúrdal í Hoyvík, Kúrdalsveg -  frá Hvítanesvegnum til túnið við royndarstøðina í Hoyvík, Oyggjarvegin – frá økinum undir Krákugjógv niðan til íbindingina til Hotel Føroyar og Velbastaðvegin – frá vegamótinum frá Marknagilsvegnum til rørportið við Norðasta Horn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder