Tórshavnar Kvøldskúli hevur fingið nýggja heimasíðu og nýggja tilmeldingarskipan, sum verður tikin í brúk, tá tilmeldingin letur upp mánadagin.
– Gamla tilmeldingarskipanin hevur ikki livað upp til krøvini, sum nútíðarsamfelagið setir til slíkar skipanir. Skúlin hevur tí seinastu trý árini, saman við kt-fyritøkuni Norliga, ment eina nýggja skipan, sum skal lætta um hjá brúkarum, undirvísarum og fyrisiting skúlans.
– Borgarin kann longu nú fara inn og skráseta seg sum brúkara hjá Kvøldskúlanum og rita inn í skipanina. Tá ið brúkarin meldar til skeiðini, verður tí bert neyðugt at skriva upplýsingar til gjaldskortið, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tilmeldingin, sum er á heimasíðuni www.kvoldskulin.fo, letur upp mánadagin 7. september klokkan 18 og endar sunnukvøldið 13. september á midnátt. Tó ber til at tekna seg til skeiðini, sum byrja í 2021, fram til 1. november 2020.
Vegna COVID-19 ber ikki til at koma inn á skrivstovuna at melda seg til í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald