Eftir ætlan skuldi tilmeldingin til Tórshavnar Kvøldskúla byrja 7. september, men vegna tekniskt brek mátti hon útsetast nakrar dagar.
Gjaldsveitarin hjá Kvøldskúlanum hevði avbjóðingar við Mastercard, tá ið fólk skuldu rinda fyri skeiðini ígjøgnum skipanina í farnu viku, og fyri at eingin skuldi fáa nakran framíhjárætt, varð avgerð tikin um at steðga allari tilmelding og útseta hana til brekið varð rættað.
Nú boðar Tórshavnar kommuna frá, at tilmeldingin letur upp um eina viku – mánadagin 21. september klokkan 18. Tilmeldingin endar sunnukvøldið 27. september á midnátt.
Til skeiðini, sum byrja í 2021, ber til at tekna seg fram til 1. november.
Hóast ein vika er til, at tilmeldingin byrjar, kunnu borgarar longu fara inn og skráseta seg sum brúkarar hjá Kvøldskúlanum og rita inn í tilmeldingarskipanina mikudagin 16. september.
Orsakað av støðuni við korona ber ikki til at koma inn á skrivstovuna at melda seg til, eins og undanfarin ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald