2026-08-11 17:30
Forvitnislig og altjóða konsert við Tórshavnar Manskóri & LianMeng AusChina Senior Choir úr Melbourne verður í Hátúni hósdagin 13. august klokkan 19.00.
LianMeng kórið, ið er blandað kór, kemur til Føroya júst eftir at hava luttikið á altjóða kórstevnuni World Choir Games í Helsingborg. Í kappingini (opni flokkur) hevur kórið staðið seg væl og vunnið silvurheiðursløn.
LianMeng kórið verður stjórnað av Emily Xiao Wang.
Á konsertini framføra kórini eina fjølbroytta skrá - kórini syngja hvør sær, men eisini fara kórini syngja saman. Eisini verður solosangur og ljóðførisinnslag á konsertini.
Sungið verður á kinesiskum, føroyskum og enskum.
Tórshavnar Manskór, eitt av virknastu kórum í Føroyum, hátíðarheldur 40 ár í ár. Bjarni Restorff og Kári av Reynu stovnaðu kórið í 1986.
Jón Festirstein er kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri.
Konsertin er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald