Mentan

Tórshavnar Manskór fyllir 40 ár

Tórshavnar Manskór hátíðarheldur 40 ár við stórfingnari konsert leygardagin 23. mai kl. 17 í Norðurlandahúsinum. Kórið, ið er eitt av virknastu kórum í Føroyum, hátíðarheldur runda dagin við nýggjum tónaverkum og við at hitta tættar norðurlendskar samstarvsfelagar aftur

2026-05-18 12:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fýra áratíggju hevur Tórshavnar Manskór lagt serligan dent á at samstarva við fremstu kór í Norðurlondum. Gjøgnum árini hevur kórið knýtt tøtt sambond við m.a. Karlakór Reykjavíkur og Fóstbræður úr Íslandi, Studenter-Sangforeningen úr Danmark, Den norske Studentersangforening og Orphei Drängar úr Svøríki – ið eru millum viðurkendastu manskór á hesum leiðum.

Hesi samstørv hava havt við sær mangar felagskonsertir tvørtur um landamørk, bæði í Føroyum og í útlondum.

Til fagnaðarkonsertina trína tríggir kórleiðarar á pall: Marit Tøndel Bodsberg úr Den norske Studentersangforening, Friðrik S. Kristinsson úr Karlakóri Reykjavíkur, umframt fasti kórleiðarin hjá Tórshavnar Manskóri, Jón Festirstein.

Harafturat verður heimsfrumframførsla av nýggjum verki eftir norska tónaskaldið Tormod Tvete Vik, sum er skrivað til høvið.

Atgongumerki fáast til keyps á nlh.fo.

Norðurlandahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder