Innanlands

Tórshavnar Manskór hevur várkonsert í Salt á Drelnesi leygarkvøldið

Tað er óvanligt, at várkonsertin er uttanfyri høvuðsstaðin, men soleiðis verður nú leygardagin. Edvard Nyholm Debess er gestasangari á fyrstu stóru konsertini hjá manskórinum í Suðuroynni

2022-05-19 16:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á hvørjum ári skipar Tórshavnar Manskór fyri tveimum stórum konsertum. Talan er um jólakonsertina, sum liggur miðskeiðis í sangárinum, og várkonsertini, sum í roynd og veru endar sangárið hjá kórinum. 

Higartil eru flestu várkonsertirnar hildnar í høvuðsstaðnum, men tað verður øðrvísi í ár, tí hesaferð verður árliga várkonsertin hjá Tórshavnar Manskóri hildin í Salt á Tvøroyri.

- Hetta er fyrstu ferð síðan koronafarsóttin byrjaði tíðliga í 2020, at Tórshavnar Manskór skipar fyri einari várkonsert, og kórið hevur vant eina fjølbroytta skrá, har sungið verður á fleiri málum, føroyskum, donskum, íslendskum, svenskum, týskum, enskum og latíni, og innihaldsliga er skráin rættiliga fjølbroytt.

Konsertin leygarkvøldið, 21. mai, verður tann fyrsta stóra konsertin hjá Tórshavnar Manskóri í Suðuroy, og kórið gleðir seg til at sleppa at syngja í stásiliga Salt á Drelnesi.

Hetta skrivar Tórshavnar Manskór í tíðindaskrivi í dag, har gestasangarin eisini verður kunngjørdur:

- Vanliga, tá Tórshavnar Manskór skipar fyri konsert, so eru gestasangarar og gestatónleikarar við, og soleiðis er eisini hesaferð. Gesturin hesaferð er Edvard Nyholm Debess, sum tónleikaliga spennir øgiliga víða. Hann hevur eina øgiliga spennandi rødd og er sera áhugaverdur at hoyra.

[object Object]

Konserin verður skipað soleiðis, at Tórshavnar Manskór byrjar og syngur helvtina av sínari skrá, síðan kemur Edvard Nyholm Debess, og Eyðun Mohr Hansen, sum spælir gittar saman við Edvardi, at framføra tvey løg saman við einum bakgrundskóri við sangarum frá manskórinum, og síðan kemur Tórshavnar Manskór aftur á pallin.

Konsertin byrjar sum klokkan 19.30, leygarkvøldið. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni hjá Salt, og við dyrnar beint áðrenn konsertin byrjar.

Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1986 av Bjarna Restorff og Kára av Reyni. Kórið er øgiliga virkið og hevur vanlig ár hópin av framførslum. Umframt tær føstu konsertirnar um várið og á jólum hevur kórið millum 30 og 40 framførslur um árið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder