Eins og siður hevur verið seinastu mongu árini, skipar Tórshavnar Manskór aftur í ár fyri várkonsert.
Konsertin hesaferð verður hildin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 8. juni. Várkonsertin í ár er skipð eitt sindur øðrvísi enn konsertirnar undanfarin ár. Kórið hevur í ár fingið vitjan av elsta danska manskórinum, Studentersangforeningen úr Keypmannahavn, sum í ár hevur 180 ár á baki.
Studentersangforenigen var stovnað í 1839 í studentaumhvørvinum í danska høvuðsstaðnum, og hevur tí meira ella minni alla tíðina havt eitt ávíst tilknýti til universitetið í Keypmannahavn. Hetta tilknýtið bleiv tó formaliserað 30 ár eftir stovnanina, og tí hevur kórið, sum á enskum ber heitið, Copenhagen University Choir, verið alment kór hjá Keypmannahavnar universiteti, í 150 ár.
Kórið ferðast regluliga uttanlands, men hetta er tó fyrsta ferðin, at leiðin liggur til Føroya.
Umframt kórvitjanina, hevur Tórshavnar Manskór eisini fingið Rúna Brattaberg, sum í síni tíð byrjaði at syngja við Tórshavnar Manskóri, men sum í dag annars starvast sum sangari á altjóða pallinum, at koma heim at syngja saman við okkum.
Konsertin leygarkvøldið verður skipað á tann hátt, at kórini syngja nakrar sangir saman og nakrar hvør sær, og enda við at syngja saman við operasangaranum.
Tórshavnar Manskór verður stjórnað av Bjarna Restorff og Kára Bæk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald