Innanlands

Tórshavnar Sløkkilið fer at skipa fyri bjargingarkavaraskeiði

Sløkkiliðið í høvuðsstaðnum hevur í fleiri ár havt eina kavaratilbúgving, ið kann verða við at bjarga lívum. Seinni í november verður skeið, sum er ætlað vinnukavarum, ið ynskja at virka innan føroysku kavaratilbúgvingina

2022-11-03 19:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Føroyum drukna tvey ella fleiri fólk hvørt ár, sambært hagtølum. Fleiri av hesum vanlukkum henda tætt við bygt øki og havnaløg.

Tað eru alsamt fleiri kommunur, ið eru vorðnar varðugar við hendan eyðsýnda vanda. Tí eru tær farnar undir at menna síni sløkkilið, innan hetta tilbúgvingarøki.

Tórshavnar Sløkkilið hevur í fleiri ár havt eina kavaratilbúgving, sum ein part av sínum sløkkiliði. Hendan tilbúgvingin er í støðugari menningartilgongd. Tí skipar Tórshavnar Sløkkilið í samstarvi við skeiðsveitara, í viku 47 (frá mánadagenum 21.november), fyri einum bjargingarkavaraskeiði.

Skeiðið er førleikagevandi og ætla vinnukavarum, ið ynskja at virka innan føroysku kavaratilbúgvingina.

Faroedive

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder