Innanlands

Tórshavnar Sløkkilið: Nærum allir bilarnir verið úti og hjálpt

Á brandstøðini í Havn hava tey havt úr at gera í nógva vindinum í kvøld

(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)

(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)

2021-03-23 22:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað hevur ikki gingið friðarliga fyri seg í kvøld. Nógv hava ringt til løgregluna um skaðar, og eisini hjá sløkkiliðnum í Havn hevur verið nógv at gera.

Tórshavnar Sløkkilið boðar frá, at næstan allir bilarnir hjá teimum hava verið úti. Eingin fólkaskaði hevur tíbetur verið, veriður kortini staðfest.

Vindurin er minkaður nakað í høvuðsstaðnum nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder