Innanlands

Tórshavnar sløkkilið úr at gera í dag

Tríggjar fráboðanir komu um nærum somu tíð fyrrapartin. Alt spældi tó væl av

(Mynd: Tórshavnar sløkkilið)

(Mynd: Tórshavnar sløkkilið)

2022-05-27 23:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar sløkkilið hevði ein av teimum sjálvsomu døgunum, har alt kom í at kalla einum. Tíðliga fyrrapartin var boð eftir sløkkiliðnum í trimum førum.

Beint eftir eftir klokkan átta vóru boð eftir sløkkiliðnum niðan í Flatnahaga, tí eldur var komin í eina gravmaskinu.

[object Object](Mynd: Tórshavnar sløkkilið)

Og um somu tíð, vóru aftur boð, hesaferð var nakað av royki á Láargarði. Tað vísti seg at verða skamlop í elskipanini til lyftuna.

Í meðan teir koyra aftur á støðina, kemur triðja fráboðanin. Nú vísir tað seg, at ein dekksbátur er um at søkka úti á Bakka. Í evstu løtu varð útgerð fingin til vega, og báturin varð bjargaður.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

- Tíbetur spældi alt væl av og allar uppgávurnar vóru loystar skjótt og væl, sigur Tórshavnar sløkkilið.

Sí eisini: Myndir: Bjargaðu sluppunga í evstu løtu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder