Fólkakirkjan: Ongin ivi um, at tørvurin er til staðar.
Tað sigur Ann Hermansdóttir, sum nú hevur verið virkin sum studentaprestur á miðnámsskúlunum kring landið í 1 ár.
Síðani hon byrjaði í starvinum í august í fjør, hevur hon ferðast millum miðnámsskúlarnar og víst á, at hon er tøk til prát, um tørvur er á.
Tey ungu seta seg sum oftast í samband við hana umvegis sosialu miðlarnar, og so verður avtala gjørd um eitt prát, tá hon er á skúlanum ella á kontórinum hjá sær í Havn. Til ber eisini at heita á hana, har tey møta henni til eina samrøðu her og nú, um tað letur seg gera.
Evnini er ymisk, men eitt sum javnan gongur aftur er, at summi teirra kenna eitt trýst, bæði fakliga, men eisini í mun til, hvussu tey skulu raðfesta í gerandisdegnum. FOMO (fear of missing out) er eitt vælkent fyribrigdi, har kenslan av at velja okkurt frá gerst neilig, tí onnur hava fingið eina uppliving, sum tann ungi ikki hevur. Ofta meta tey sjálvi, at møguleikin kemur ongantíð aftur. Tá ein so velur at vera við til alt, sum tilveran hevur at bjóða, kann møðin gerast stór. At raðfesta er tí eitt afturvendandi evni.
Tað andaliga fyllur ikki mest í samrøðunum, men ofta kann kristin lívsførsla vera eitt afturvendandi evni, etikkur og moralur, ella hvat er rætt og hvat er skeivt at gera í ávísum føri.
Men uppgávan hjá studentaprestinum er ikki at prædika út frá egnari sannføring ella fortelja teimum ungu, hvussu tey skulu liva, men at vera ein, sum tey kunnu sparra við ella práta við í trúnaði, uttan at skula taka atlit til kenslurnar hjá øðrum í prátinum. Tey fáa soleiðis møguleika fyri einum frírúmi, har tey kunnu venda evnum, ið fylla (ov) nógv í teirra gerandisdegi.
Prát um sorg er eisini afturvendandi. Hjúnaskilnaður, álvarslig sjúka ella deyði í nærmastu familjuni er tungt at bera, og tá kunnu eisini teir stóru spurningarnar um lívsins viðurskifti fylla nógv.
Tá kann vera gott at venda hesum evnum við studentaprestin, sum kann veita sítt íkast, hóast uppgávan oftast er at lurta, meðan tey seta orð á, og vera saman við teimum í sorgini.
Ann hevur verið við til at gera eina sorgartilbúgving á fleiri skúlum, í fall vanlukka rakar, og er hon sum prestur sjálv partur av hesum við ávísum uppgávum.
Spurd um, hvat munurin er á studentaprestinum og sálarfrøðingunum á skúlunum, sigur Ann, at tá ein næmingur velur at koma til hennara, so veit hann frammanundan, hvat hon stendur fyri, og hvørji virðir hon hevur. Tað krevur heldur onga ávísing at fáa eitt prát við hana, og hon er løtt at fáa fatur á. Uppgávan hjá henni er heldur ikki at viðgera, men at veita sálarrøkt.
Ann er sum sóknarprestur von við at hava samrøður sum sálarhirði, men nú hevur hon eisini tikið útbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi. Fakliga førleikan kann hon nýta í yrkinum sum studentaprestur. Hon sigur tó, at hon kennir væl síni fakligu mørk, og veit nær hon eigur at vísa til aðrar fakpersónar í skúlaskipanini. Hon hevur gott samstarv við bæði lestrarvegleiðarar og sálarfrøðingar á skúlunum, og møtast tey javnan til fund.
Hon skal sum studentaprestur hava 8 ungdómsgudstænastur árliga í nærumhvørvinum hjá skúlunum, tvs. í eini kirkju sum er staðsett nærhendis. Tá ger hon nógv burturúr at velja evnir, sum tey ungu hava áhuga í.
Seinasta skúlaár bjóðaði hon onkrum av luttakarunum frá sendingini "Sært tú meg" hjá KVF at práta nærri um ta avbjóðingina, sum sendingin lýsti. Eisini hevur hon nýtt tekstin "Mænd, der græder" hjá danska poppsangaranum Tobias Rahim, sum útgangsstøði til evni í ungdómsprædiku. Hon metir týðandi, at tey ungu kenna seg aftur í teimum evnunum, hon velur at taka upp, og tí ber ikki til einans at brúka tekst frá farnari tíð.
Íblásturin fær hon við at lesa um ungdómsmentan, og hon hevur eisini tætt samstarv við donsku ungdómsprestarnar. Ann sigur, at hon stórtrívist millum tey ungu, og heldur seg vera komna væl frá byrjan.
Setan av studentapresti á miðnámsskúlunum var upprunaliga ein politisk raðfesting, og fyri fólkakirkjuna er endamálið við prestum, ið fáa ávísa funktión, at koma meiri út í samfelagið og gera mun.
Studentapresturin er á miðnámsskúlunum kring landið fastar dagar, og á heimasíðuni hjá skúlunum, ber til at lesa nær. Hon er eisini at finna á bæði facebook og Instagram, har hon javnan vísur brot frá gerandisdegnum sum studentaprestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald