2019-10-31 23:40
“Ein sangur sum ikki verður sungin er ikki til”.
Soleiðis greiðir Nicolina av Kamarinum frá í nýggjastu útgávuni av podcastinum Tosumeinsang. Í hesum podcastinum fortelur Nicolina um sangin "Tá kvøldið kemur", sum Nicolina hevur gjørt orð og lag til. Sangurin bleiv skrivaður aftaná ein arbeiðsdag á Bacalao.
Nicolina og Tey av Kamarinum vóru fyrr í ár heiðrað á ársins FMA. Nicolina hevði forfall, tí maðurin brádliga gjørdist sjúkur. Í oktober mánaði fingu vit eitt prát og tóku podcastið upp.
Podcastið kann hoyrast á niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald