Mentan

Tosumeinsang er nýtt føroyskt podcast

Nýtt føroyskt podcast um føroysk tónleikaløg. Hoyr fyrsta innslagið her, har verður prátað við Finn Koba

2019-03-05 20:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tosumeinsang er eitt nýtt føroyskt podcast, sum fer í dýpdina við einum einstøkum lagi hvørja ferð. Í podcastinum er samrøða við tónleikaran, sum hevur skrivað sangin. Talan er um søgur, sum ikki eru alment kendar um hesi løg og um tónleikaran. Eisini hevur tónleikarin onkran lut við, sum hevur beinleiðis tilknýti til sangin ella lagið, ið er til viðgerðar.

Fyrsta podcastið er við Finni Koba um sangin Gloym Meg Ei. Finnur greiðir eitt nú frá um tíðina, tá hann var innlagdur í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu og um brotnan kærleika, sum fekk hann til at skriva orð og lag til sangin.

Í næsta podcastinum er gesturin Eyðun Nolsøe, sum greiðir frá um sangin Til Tey Stressaðu, ið kom út í 1987 og sum framvegis er viðkomandi í 2019. Fleiri podcast eru á veg.

Tað er Regin W. Dalsgaard, sum er vertur og sum hevur staðið fyri upptøku, klipping og útgávu av podcastinum. Tosumeinsang er at finna á soundcloud.com/tosumeinsang og á podcast.fo.

Ætlanin er, at podcast.fo skal vera eitt savningarstað fyri alternativ føroysk podcast. Podcast.fo er ikki partur av nøkrum føroyskum miðli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder