Innanlands

Tóta Árnadóttir er nýggjur leiðari í Gulu smiðju

Tóta Árnadóttir er 53 ára gomul og búsitandi í Saltangará, har ungdóms-og virkishúsið eisini er. Tóta er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og innan føroyskt mál, bókmentir og fólkalívsfrøði

Tóta hevur drúgvar royndir, m.a. við børnum og ungum (Mynd: runavik.fo)

Tóta hevur drúgvar royndir, m.a. við børnum og ungum (Mynd: runavik.fo)

2023-12-12 14:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í heyst varð lýst eftir leiðara til ungdóms-og virkishúsið Gulu smiðju í Saltangará. Guðmund Joensen hevur røkt starvið frá tí virksemi í húsinum byrjaði, men hevði boða frá, at hann hevði hug at royna aðrar leiðir.

Eftir setanartilgongd er greitt, at Tóta Árnadóttir verður nýggjur leiðari í Gulu smiðju. Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari seinnapartin.

Talan er um ein leiðara, sum hevur nógvar og fjølbroyttar royndir innan útbúgving og arbeiði:

- Tóta Árnadóttir er 53 ára gomul og búsitandi í Saltangará. Tóta er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og er síðani útbúgvin innan føroyskt mál, bókmentir og fólkalívsfrøði. Hon hevur drúgvar royndir, m.a. við børnum og ungum, sæð úr báðum hesum sjónarhornum. Og hon hevur verið virkin í føroyska mentanarlívinum.

Tóta byrjar í starvinum 1. januar 2024.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder