Aftaná 40 ár fer bólkurin við løgum sum “Hold the line”, “Africa” og “Rosanna”, hvør til sítt.
Konsertferðin sum nú er í gongd, og endar í Philadelphia 20. oktober verður eitt punktum fyri amerikanska bólkin Toto.
Tað upplýsir gittarleikarin í bólkinum, Steve Lukather, fyri blaðnum The Morning Call, sambært tv2.dk.
- Eg veit ikki hvat framtíðin hevur at bjóða, men eg veit, at hetta verður síðsta konsertin í nærmastu framtíð. Og heilt víst endin av hesari útgávuni av Toto, sigur gittaristurin.
Toto á Summarfestivalinum í 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í 2008 boðaði bólkurin eisini frá, at nú var liðugt, tá teirra konsertferð var komin at enda. Tá gingu tvey ár, til Toto spældi konsertir aftur.
Síðani byrjanina í 1977 hevur útskifting verið í bólkinum. Nú Toto fær ein enda eru tað Steve Lukather, Steve Porcaro, David Paich og Joseph Williams, sum mynda bólkin.
Toto hava verið í Føroyum tvær ferðir. Fyrru ferð í juni 1996 í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn og seinnu ferð var á Summarfestivalinum í 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald