Mikudagin var hugnaløta í kantinuni hjá Poul Hansen samtakinum á Hálsi. Tove Johansen, sum nú hevur valt at fara frá vegna aldur, hevur arbeitt hjá fyritøkuni í 48 ár.
Familja, fyrrverandi og núverandi starvsfelagar hjá Tove, vóru samlað til eina hugnaliga løtu, har stjórin, Høgni Hansen, segði nøkur orð og handaði Tove “Den Kongelige Belønningsmedalje”, sum er givin fyri trúgva tænastu í øll hesi árini.
Høgni Hansen, stjóri, og Tove Johansen (Mynd: Ph.fo)
Tove byrjaði longu sum 19 ára gomul at arbeiða hjá Poul Hansen niðri á Bryggjubakka, og hevur síðani verið trúgva røddin í telefon-avgeiðsluni, sum hevur tikið ímóti mongu viðskiftafólkum hjá samtakinum.
- Tove hevði sín síðsta starvsdag her í summar og er nú endaliga farin frá fyri aldur. Vit takka Tove hjartaliga fyri trúgva og góða tænastu og ynskja henni blíðan byr framyvir, skrivar Poul Hansen heilasøla á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald