2024-01-30 09:33
Aygo, Yaris og Corolla. Fjórða ár á rað er tað bilasløg sum hesi, sum vóru við til at gera japanska Toyota Motor til mest seljandi bilaframleiðara í 2023.
Í fjør seldi japanski verksmiðjan 11,2 milliónir akfør, skrivar Reuters tíðindastovan. Talan er um bilamerkini Toyoda, Lexus, Daihatsu og Hino.
Nummar tvey á listanum er Volkswagen Group, sum seldi 9,2 milliónir bilar.
Bæði Toyota og Volkswagen høvdu framgongd av søluni í 2023 í mun til árið fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald