Uttanlands

Toyota støðgar framleiðsluni fyribils

Brek er í skránni, men risastóra fyritøkan vísir aftur, at talan er um eitt cyberálop

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-08-29 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bilaframleiðarin Toyota hevur fyribils støðga framleiðsluni á 12 bilaverksmiðjum í Japan orsaka av breki í skipanini.

Tað upplýsti Toyota í nátt okkara tíð fyri AFP tíðindastovuni. Óvist er, hvat orsøkin er til teknisku trupulleikarnar. Men fyribils vísir bilaframleiðarin aftur, at talan er um eitt sokallað cyberálop, sigur eitt talsfólk fyri Toyta við AFP.

Toyota hevur tilsamans 14 bilaverksmiðjur í Japan. Enn er óvist nær verksmiðjurnar aftur verða settar í gongd.

Toyota verksmiðjan í Kyushu-landslutinum har suðuri í landinum, og verksmiðjan hjá dótturfelagnum Daihatsu í Kyoto eru ikki raktar av tekniska brekinum.

Tíðindini um trupulleikar í framleiðsluni hava gjørt, at parabrøvini hjá Toyota í morgun fullu við 0,64 prosentum, skrivar Ritzau.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Toyota hevur trupulleikar av hesum slag.

Í fjør mátti Toyota støðga framleiðslini á øllum verksmiðjunum í Japan orsaka av einum cyberálopi móti einum av dótturfeløgunum hjá Toyota.

Toyota var í fjør mest seljandi bilaframleiðari í øllum heiminum. Hetta var triðja árið á rað, at tað hendi.

Toyota er ein tann mest virda fyritøkan í Japan og hevur stóran týdning fyri landsins búskap.

Toyota er gitið fyri høgan effektivitet og fyri bert at framleiða teir lutir, sum brúk er fyri, heldur enn at fylla goymslurnar upp við lidnum vørum.

Toyota hevur seinastu árini – eins og aðrar heimsumfatandi fyritøkur – havt ymsar avbjóðingar orsaka av koronafarsóttini, og hevur eisini havt avbjóðingar við at fáa fatur á neyðugum mikrochips’um, sum verða brúkt í bilum, skrivar Ritzau.

Kortini rorknar fyritøkan við at fáa eitt yvirskot í ár á 17,6 milliardir dollarar, svarandi til 121,4 milliardir danskar krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder