Innanlands

Traðkaði hart á spitaran á skeivum staði í Klaksvík - pissaði á skeivum staði í Havn

Løgreglan gav sum vant nakrar bøtur, umframt klipp, mikudagin. Í Klaksvík var talan um 40 km/t-øki, har minni skal til. Í høvuðsstaðnum snúði tað seg um skilhaldsreglur

2026-07-02 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ferðslupatruljan hjá løgregluni var í Klaksvík í gjár.

Har endaði tað við, at tvey klipp vórðu gjørdi í koyrikort hjá persónum, sum koyrdu heldur skjótt. Hetta í einum øki, har tað bert er loyvt at koyra 40 km/t. Tá skal eitt sindur minni til fyri at geva klipp.

Persónarnir fingu eisini bót, og tað gjørdi ein ungur maður, sum stóð og pissaði nokso miðskeiðis í Havn, eisini.

Hetta var fyrrapartin mikumorgunin, tá ein patrulja koyrdi framvið. Persónurin var ikki púra edrúir og varð sektaður fyri bót á skilhaldsreglurnar. Tað kostar 1.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder