Innanlands

Trailari farin av vegnum

Nakrar tímar í kvøld var ikki koyrandi gjøgnum vegamótið í Funnigsfirði, sum bindur Funningsveg, Fjarðaveg og Gerðisveg, men nú er trailarin fingin upp

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-26 20:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni er ikki koyrandi gjøgnum vegamótið í Funnigsfirði, sum bindur Funningsveg, Fjarðaveg og Gerðisveg.

Orsøkin er, at ein trailari er farin av vegnum, og hongur á vegøkslini. Tað er hálka, sum er orsøkin, sigur løgreglan.

Landsverk arbeiður í løtuni við at fáa trailaran, sum er fult lastaður, upp aftur, og arbeiðið fer væntandi at taka nakrar tímar, tí stórar maskinur skulu til, og tær mugu koyra um Eiðiskarð fyri at koma til hjálpar.

Dagføring kl. 22.00: Trailarin er fingin upp, og nú er aftur koyrandi í vegamótinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder