2019-10-02 13:00
Tað var klokkan 10.36, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Hósvík, og løgreglan sigur nú, at talan var um ein trailara og ein persónbil, sum rendu saman.
Í trailaranum var ein persónur, og í persónbilinum sótu fýra fólk, ein kvinna og trý børn.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at eingin álvarsligur fólkaskaði var, men kortini vórðu tey send á landssjúkrahúsið til kanningar, sum vanliga verður gjørt, tá slíkt hendir.
Vakthavandi leggur afturat, at persónbilurin fekk eitt sindur av skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald