2024-03-19 08:09
Í sambandi við fyrstu viðgerð av málinum hjá Høgna Hoydal um nýggja ferðavinnulóg, verða einir 40 traktorar í Havn í dag.
Tað skriva jn.fo og Eysturoyarportalurin í morgun.
Traktor-fylgið er farið úr Norðoyggjum í morgun og so leggjast traktorar afturat, so hvørt sum verður komið suður móti Havnini.
Eisini Útoyggjafelagið, Bóndafelagið, Óðalsfelagið o.o stevna á løgtingið í dag til stórt mótmælistiltak.
Tingfundurin byrjar klokkan 10, men lógaruppskotið um ferðavinnu er sjeynda mál á skránni, so tað verður helst ikki fyrr enn út á dagin, at tann viðgerðin byrjar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald