Innanlands

Traktorfylgið komið niðan á Vaglið

Verða parkeraðir í Gamla Kommunuskúlagarðinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-19 13:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú um 13-tíðina var langa fylgið av ónøgdum bóndum og óðalsmonnum í traktorum á veg inn eftir Kongabrúnni og niðan í býin.

Traktorarnir eru komnir til Havnar úr øllum herðashornum fyrrapartin, og savnaðust fyri middag uppi á Vatnaskørðum, har formaður bóndafelagsins, Sigert Patursson, er festari.

Eftir ein túr gjøgnum býin verða traktorarnir settir í Gamla Kommunuskúlagarð.

Tingfundurin er júst uppafturtikin. Tey eru komin til mál nummar 4 á skránni. Uppskotið um burðardygga ferðavinnu, sum bøndurnir eru ónøgdir við, er nummar 7 á skránni

Sverri Egholm tók myndirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder