2024-05-03 19:15
Klokkan knapt hálvgun fýra seinnapartin komu boð úr Skálafirði, at eldur var í einum traktori nakað væl burtur frá landsvegnum.
Skálafjarðar sløkkilið varð sent á staðið, men traktorurin stóð ikki til at bjarga, og hann er kolaður upp.
(Mynd: Dariusz Zablocki)
Eingin mansskaði stóðst av hendingini, og heldur ikki nakar annar materiellur skaði enn sjálvur traktorurin.
Tey vóru í holt við at taða, tá eldurin kyknaði, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald