2019-12-05 22:55
Trettan heilsuhjálparar hava í dag lokið prógv á Heilsuskúla Føroya í Porkeri.
Útbúgvingin varir í 15 mánaðir, og næmingarnir eru tcær ferðir 3-4 mánaðir í skúla og 2 ferðir í 3 mánaðar starvsvenjing kring landið.
Aftast frá vinstru: Marta S. Dam Vágur, Ragna Vilhelmsdóttir Klaksvík, Katrin Syderbø Klaksvík, Rannvá B. Dalá Vágur, Joan Højgaard Leirvík og Heidi Kilgour Vágur.
Fremst frá vinstru: Elin Maria S. Rasmussen Eiði, Heidi Johannesen Kalbak, Britt Hovgaard Tvøroyri, Berit R. Midjord Froðba, Jónfríð Højgaard Leirvík og Noomi R. Midjord Vágur.
Á myndini vantar Annette Gaardlykke Saltangará.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald