2021-10-19 13:08

Í teimum 1.273 koronukanningunum í gjár, 18. oktober, vórðu 13 nýggir tilburðir staðfestir.
Hetta skrivar corona.fo fyri løtu síðani.
- Níggju tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu. Hini trý eru staðfest smittaði eftir komu til Føroyar, ein á øðrum degi eftir komu og tvey triðja dag eftir komu.
Av tí at 21 fólk, sum hava fingið staðfest smittu, nú ikki eru skrásett sum smittaði, so er smittutalið lækkað síðani í gár, tá tað var 89. Í løtuni eru 81 smittað í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald