Innanlands

Treytað frádøming av koyrikortinum á Stykkinum

Tveir bilførarar koyrdu ov skjótt á strekki har tað bert er loyvt at koyra 60 km/t

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2026-07-10 07:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir bilførarar blivu helst nakað reyðir um oyruni tá teir í gjár vórðu steðgaðir av løgregluni.

Tveir av teimum vóru steðgaðir á landsvegnum á Stykkinum, har tað er niðursett ferð til 60 km/t. Teir koyrdu ávikavist 81 km/t og 95 km/t. Hetta hevur við sær treytaða frádøming og teir skulu upp aftur í koyriroynd.

Eisini var ein sum koyrdi 109 km/t niðan móti Sandavágshálsi. Hetta gevur klipp umframt bót.

Ein útlendingur var dekan ov djarvur á uppdyrkingarvegnum vestanfyri Skopun. Hann var farin nakað ytst og koppaði. Ein maður var í bilinum, men eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder