2019-10-21 10:41
Ferðmátingar hava seinastu kvøldini og næturnar verið í Norðoyatunlinum. Fríggjadagin tók løgreglan tveir bilførarar, sum koyrikortið varð tikið frá. Annar bilførarin koyrdi 137 km/t.
Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra 117 kilometrar um tíman. Hann missir koyrikortið treytað og skal upp til nýggja koyriroynd
Tíðliga í morgun, um seks-tíðina, fekk løgreglan fráboðan um, at ein presending av einum treylara lá mitt á landsvegnum. Hetta var hent orsaka av nógv vindinum. Løgreglan kom á staðið og fekk presendingina burtur, so at hon ikki órógvaði ferðsluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald