
Seinastu tíðina hevur løgreglan verið ymsastaðni og tikið klipt nummarplátur. Bileigarar kunnu missa sínar plátur millum annað tí, at bilurin ikki hevur verið til sýn, ella tí vegskattur ikki er rindaður.
Á løgreglustøðini verður boðað frá, at nátt vóru fýra nummarplátur tiknar.
Eisini verður sagt, at ein bilførari varð tikin í Kaldbaksbotni í gjár. Viðkomandi koyrdi við einari ferð millum 115 og 120 km/t.
Tá ferðin er lutfalsliga so høg, so er talan um treytaða frádøming, og hesin bilførarin skal taka koyrikortið einaferð afturat, umframt at ein bót skal rindast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald