
Í gjár gjørdi løgreglan ferðamátingar við millum annað Glyvursveg á Argjum. Har er javnan, at bilar verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, og í gjár var einki undantak.
Fýra bilførarar vórðu tiknir. Tveir fingu bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra omanfyri 70 kilometrar um tíman. Á vegnum er hámarkið 50 kilometrar um tíman.
Hinir báðir koyrdu yvir 80 kilometrar um tíman, og tá ein koyrir millum 81 og 100 kiometrar um tíman í bygdum øki/50-økið, er revsingin ein bót, umframt ein treytað frádøming. Teir báðir bilførararnir skulu harvið aftur venda sær til Akstovuna og taka nýggja koyriroynd.
Nakrir aðrir bilførarar, í høvuðsstaðnum og í Eysturoynni, fingu bót fyri at koyra og tosa í telefon samstundis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald