Ein kvinna og tveir menn vóru í gjár dømdir í Føroya Rætti fyri at hava smuglað hassj til Føroya.
Ein dani kom til Føroya við Norrønu 12. juni í ár. Við sær hevði hann oman fyri 9 kilo av hassji, sum var goymt í einum bili, ið var umbygdur til smuglingina.
Hasssjið bleiv funnið av tollvaldinum í samband við, at maðurin kom í land í Føroyum. Í staðin fyri at taka mannin beinanvegin, tá hann kom til Føroya, valdi løgreglan at fylgja við manninum við tí fyri eyga, at finna móttakaran av rúsevninum.
Dagin eftir, 13. juni bleiv maðurin handtikin í samband við, at hassjið bleiv handað tveimum føroyingum – einum manni og einari kvinnu.
Danin varð dømdur hálvtannað ára treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin og kvinnan, sum tóku ímóti hashinum, blivu dømd treytaleysa fongsulsrevsing í ávikavist tvey ár og eitt ár og tríggjar mánaðir, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald