2021-11-07 16:15

Nú er talið á aktivum tilburðum komið niður á 682. Í gjár vóru 29 tilburðir staðfestir, og hóast tað er eitt stórt tal í mun til hvat vit hava verið von við síðani covid-19 byrjaði at gera um seg, er tað minni enn tað hevur verið seinastu tvær vikurnar.
Frá at vit settu met við tilburðum mikudagin tá 111 fólk vóru staðfest positiv, hava vit havt 55 tilburðir hósdagin, 48 tilburðir fríggjadagin og síðani 29 tilburðir í gjár.
2.343 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið. 80 fólk eru seinasta samdøgrið staðfest frísk aftur eftir at hava fingið staðfest koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald