Hósdagin vórðu fyrstu coronatilburðirnir staðfestir í Danmark, og í morgun boðaðu myndugleikirnir í Danmark frá, at talið nú er komið upp á trý.
Triði persónurin er ein maður, sum starvast á Aarhus Universitetshospital.
Maðurin hevði verið á ráðstevnu í München, har hann hevði verið í samband við fólk úr Italia, sum varð smittað við virusinum.
Maðurin hevði verið til arbeiðis í tríggjar dagar, áðrenn hann fekk staðfest coronavirus, og eru eini 30 fólk, bæði starvsfelagar og sjúklingar, sum hann hevur verið í sambandi við, sett í sóttarhald, skrivar TV2.
Higartil hava 85.688 fólk fingið staðfest coronavirusið, og av teimum eru eini 40.000 higartil vorðin frísk aftur. Coronavirusið hevur kravt gott 3000 mannalív – tey flestu í Kina.
Umframt Danmark, er coronavirusið m.a. staðfest í Íslandi (1), Noregi (7), Svøríki (12), Finlandi (3).
Herheima eru tvey fólk eisini kannað fyri coronavirusið, og vórðu fyrstu royndirnar negativar. Royndirnar eru eisini sendar til kanningar í Danmark, og skulu fólkini verða avbyrgd, til úrslitið kemur.
Sambært Kringvarpinum, kunnu kanningarúrslitini væntast at verða klár seinnapartin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald