Nærum ein triðingur av amerikanarum heldur, at USA letur ov nógvan stuðul til Ukraina, sum skjótt hevur verið rakt av kríggi í tvey ár.
Ein kanning hjá tankasmiðjuni Pew Research Center vísir, at 31 prosent av amerikanarunum halda, at USA hevur latið ov nógvan stuðul. Meðan helvtin annaðhvørt heldur, at stuðulin hjá USA er ov lítil ella nøktandi.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør, hevur amerikanska kongressin samtykt at lata tilsamans 110 milliardir dollarar (762 milliardir krónur) til at stuðla Ukraina hernaðarliga og búskaparliga, harav meginparturin av stuðlinum er latin.
Í vikuni blokeraðu republikanarar í Kongressini ein nýggjan hjálparpakka, sum m.a. skuldi geva ukrainum 60 milliardir dollarar afturat - uml. 400 milliardir krónur - umframt stuðul til Gaza og Ísrael.
Ukrainska forsetafrúan, Olena Zelenska ávarar, sambært BBC, um, at ukrainar eru í vanda, um lond í vesturheiminum ikki halda fram at lata teimum fíggjarligan stuðul.
– Vit kunnu ikki gerast troytt av hesari støðuni, tí gera vit tað, doyggja vit. Verður heimurin troyttur, fara tey at lata okkum doyggja, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald