
Ein triðingur – 33 prosent av teimum, sum hava svarað – heldur tað vera eitt gott hugskot at seta upp ein kross á Høganesi, sum kann síggjast yvir allan Skálafjørðin.
Í gjár settu vit á Portalinum lesarunum spurningin “Heldur tú, at krossur skal setast upp á Høganesi?”
Kjakið hevur verið aktuelt eftir at sóknarpresturin á Nesi í farnu viku kunngjørdi ætlanina um at seta eitt 17 metra høgt listaverk hjá Tróndi Patursson upp á høganesi. Talan er um ein kross úr glasi við ljósi innaní, sum kann síggjast langa leið frá.
Ætlanin er umstrídd, og rættiliga stórt kjak hevur síðan verið um ætlanina. Út frá kjakinum, sum hevur verið, er tað kanska ikki so óvæntað, at 54 prosent av teimum, ið hava svara, siga nei til henda krossin.
Eitt sindur meira óvæntað er kanska, at triðji hvør - 33 prosent - taka undir við ætlanini hjá toftafólki. 14 prosent søgdu seg ikki hava tikið støðu til spurningin.
5.124 av lesarunum hjá Portalinum valdu at svara spurninginum, sum lá frammi í 12 tímar til klokkan 6 í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald