Innanlands

Triðja koppsetingin: Nærkast einum triðingi av teimum yvir tólv

Nakað yvir 1.200 fólk hava fingið triðja prikið í hesari vikuni. Samanlagt er nú talan um 13.366 fólk, ið er tretivu prosent av teimum, sum eru yvir tólv

Tilsamans 95.287 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Tilsamans 95.287 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-29 18:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin og týsdagin, 27. og 28. desember, vórðu íalt 1.282 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum.

Harv vórðu níggju fólk koppsett fyri fyrstu ferð, 20 fingu prik nummar tvey, og 1.251 fólk fingu triðja prikið.

Hetta vísa nýggjastu tølini hjá korona.fo.

Tað eru harvið nógv, ið nýta møguleikan at koppsetta seg fyri triðju ferð. Tað er nú greitt, at koppsetingarnar sum heild so at siga ikki verja fyri smittu - íhvussu er ikki eftir eitt avíst tal av mánaðum síðani priki og mótvegis omikron-frábrigdinum, men tær kunnu tó verða við til at verja fyri møguligari meira álvarsligari sjúkragongd. Eftir nakrar mánaðir fellur virknaðurin av koronukoppseting munandi, og tískil er triðja prikið sett í verk.

Nú eru samanlagt 41.427 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Hetta svarar til 92,5 prosent av teimum yvir tólv ár. 40.494 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og nú hava 13.366 fólk fingið trý prik. Tað eru 29,9 prosent av íbúgvunum, ið eru yvir tólv ár.

Tilsamans 95.287 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, upplýsir korona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder