Innanlands

Triðja og seinasta viðgerðin verður leygardagin

Á tingfundi sum byrjar klokkan 10 leygardagin, verður løgtingslógin um sjófeingi helst atkvødd ígjøgnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-20 00:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Triðja og seinasta viðgerð av sjófeingislógini verður leygardagin. Tað stendur nú á heimasíðuni hja løgtinginum.

Málið varð í kvøld samtykt við aðru viðgerð, har samgongan stóð saman og 17 atkvøddu fyri meðan 15 vóru ímóti.

Johan Dahl, næstformaður í vinnunevndini, segði fyrr í dag at eitt broytingaruppskot verður lagt fram millum aðru og triðju viðgerð sum hevur við sær, at verandi útlendingar í vinnuni ikki sleppa at keypa meira, og nýggir útlendskir aktørar sleppa ikki inn í fiskivinnuna.

Enn er lógin um sjófeingi einasta mál á skránni fyri tingfundin leygardagin, sum er settur at byrja klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder