Innanlands

Triðja prik skal minka um vandan fyri álvarsligari sjúkugongd

Men samstundis er staðfest, at koppsetingin ikki verjir fólk serliga væl ímóti yvirhøvur at verða smittað við Omikron-frábrigdinum, siga føroysku myndugleikarnir. Nú kunnu øll oman fyri 18 ár fáa triðja prik

Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-24 08:34 Author image
Sverri Egholm

- Tað er staðfest, at koppsetingin ikki verjir fólk serliga væl ímóti yvirhøvur at verða smittað við Omikron-frábrigdinum, men kortini verjir koppsetingin væl ímóti at gerast álvarsliga sjúk, og tað vísir seg, at triðja prikið økir munandi um hesa verjuna.

Hetta siga myndugleikarnir í fráboðan á korona.fo, nú triðja prik verður bjóðað til øll oman fyri 18 ár.

Fyri einari viku síðan var triðja koppsetingin av øllum føroyingum oman fyri 40 ár framskundað, og nú verður tilboðið víðkað til at umfata øll, sum eru 18 ár og eldri. Einasta treytin fyri at fáa triðja prikið er, at tað í minsta lagið eru gingnir 140 dagar síðan annað prikið.

 -Tað er skjóta útbreiðslan av nýggja Omikron-frábrigdinum av COVID-19, sum er beinleiðis orsøk til, at triðja prikið – tann sonevndi boostarin – er framskundað í Føroyum og í londunum rundan um okkum, siga myndugleikarnir.

Í Danmark kom tilboðið um triðu koppsetingina til øll oman fyri 18 ár fyrr í vikuni.

- Nógv bendir á, at nýggja og illa smittandi frábrigdið oftast elvir til mildari sjúkugongd enn hini frábrigdini, men kortini eru tað nøkur, ið eisini gerast álvarsliga sjúk av tí. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, mælir staðiliga til at taka støðuna við vaksandi smittutølum í stórum álvara.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald