Innanlands

Triðja prikið vinnur fram

Yvir fýra prosent av fólkatalinum hevur fingið triðja prikið nú

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-05 08:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

500 koppsetingar vórðu gjørdar í gjár. Nógvu koronutilburðirnir seinastu dagarnar sær út til at hava við sær, at fleiri lata seg koppseta fyri fyrstu ferð, tí 152 fólk fingu í gjár fyrra prikið meðan 112 fingu annað prik.

Men tey sum eru koppsett fyri hálvum sjeynda mánað síðani hava møguleika fyri at fáa triðja prikið eisini. Tað vísir seg at verjan av koppsetingini fánar aftaná eina tíð, og triðja prikið skal tí hjálpa at fáa mótstøðuføri upp aftur.

236 fólk fingu triðja prikið í gjár, og tilsamans 2.276 fólk eru nú prikað tríggjar ferðir. Tað svarar til yvir fýra prosent av fólkatalinum.

75,2 prosent av fólkatalinum hevur fingið fyrsta prik, og 71,3 prosent hevur fingið annað prik.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder