2021-12-15 22:39

Enn er einki at síggja til sammøðursmálið á skránni hjá løgtinginum næstu dagarnar, men eitt sum er púra vist er, at triðja og seinasta viðgerð av fíggjarlógini fyri 2022 verður fríggjadagin.
Onnur viðgerð byrjaði fyrrapartin, og nakað aftaná klokkan níggju í kvøld varð atkvøtt. Broytingaruppskotini frá andstøðuumboðunum í fíggjarnevndini vóru øll feld.
Við broytingaruppskotinum frá samgongumeirilutanum í fíggjarnevndini var fíggjarlógaruppskotið soleiðis broytt samtykt við 18 fyri, seks ímti og níggju blonkum.
Tingfundurin fríggjadagin er settur at byrja klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald